Fimleikurin er byrjaður aftur í 2012PREI
Orkudrykkir ikki fyri børn
Sonevndu orkudrykkirnir, sum eisini verða seldir í stórum tali í Føroyum, hava misjavt orð á sær í okkara grannalondum. Orsøkin er tann, at nógv ungfólk og eisini børn drekka stórar mongdir, og fáa tí ov nógv koffein í seg. Hetta kann geva trupulleikar hjá børnum, og tí ávara heilsumyndugleikar í fleiri londum um, at børn ikki skul drekka eitt nú Red Bull, Cult, Burn o.l.
Eitt barn ella ungfólk, sum vigar 40 kilo, má ikki fáa meira enn 100 mikrogramm av koffein í kroppin um dagin, og tað er á leið tað, sum er í einari vanligari dós av orkudrykki.
Tá børn og ungfólk fáa ov nógv koffein, kemur ofta angist á tey, eins og onnur hjáárin kunnu henda.
Sum oftast fáa tey ungu eisini koffein upp á aðrar mátar – t.d. úr cola og sjokulátu. Í 100 gr sjokulátu eru 35 mikrogramm koffein.
Kelda
www.sondagsavisen.dk via. Grams.fo
|
Ljósið á Facebook |



















