Forsíða

Melda til úttøku

Úttøka til kappingarlið verður 14. juni í Fimi.

Øll eru vælkomin, og einki aldursmark er.

Gentur: kl. 13.00–14.00
Dreingir: kl. 15.00–16.00

Ert tú longu brúkari á Holdsport hjá Ljósinum ella einum øðrum ítróttarfelag, so brúka hetta leinkið: Trýst her

Um tú ert nýggjur og ikki hevur Holdsport-brúkara frammanundan, kanst tú stovna ein nýggjan brúkara niðanfyri.

Vælkomin til Ljósið

Ljósið var stovnað í 1975. Mið felagsins varð samtykt og er soljóðandi:

"við fimleiki og møguligum øðrum ítrótti at styrkja og búgva likamið, vekja og fremja ans fyri góðari likamsrøkt."

Vit ynskja at bjóða fimleik til øll, har øll kunna verða við.

Ljósið hevur 3 súlur.

Breiddarliðini, serliga til børn undir skúlaaldur, sum er okkara berandi súla. Tað har áhugin fyri fimleiki skal kveikjast og grundin til leggjast.

Afturat breiddini koma tey estetisku kappingarliði og kappingarliðini í amboðsfimleiki.


Tiltøk

There are currently no future activities

Fylg okkum á Facebook!