1. steypakapping í estetiskum fimleiki útsett til sunnudagin 1. februar

Vegna veður hevur Fimleikasambandið avgjørt at flyta 1. steypakapping í estetiskum fimleiki, sum skuldi vera á Kambsdali leygardagin 31. januar, til sunnudagin 1. februar. Fyrra kappingin byrjar kl. 13 (pinkur og smágentur) og seinna kappingin byrjar kl. 15.30 (gentur, unglingar og kvinnur).