3 føroyameistarar í estetiskum fimleiki 2018

Eftir finaluna í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í dag varð greitt, at trý lið úr Ljósinum kundu kallað seg føroyameistarar í estetiskum fimleiki 2018.



Kvinnur Hydra, gentur Lyra og smágentur Vela er føroyameistarar
í estetiskum fimleiki 2018. Pinkur Libra kláraðu seg avbera væl eisini og
endaðu á einum flottum 3. plássi.





Eftir FM undankappingina, sum var leygardagin 19. mai, vóru
Hydra, Lyra og Vela á 1. plássi, meðan Libra var á einum 3. plássi. Kappingin
var sera jøvn í øllum bólkum, og hørð kapping var um plássini, Spenningurin var
í hásæti til finaluna í dag, tað vóru bert smáting, sum gjørdu munin millum fleiri
av liðunum. 

Liðini í Ljósinum megnaðu tó at halda plássini frá undankappingini,
har trý av liðunum nú kunnu kalla seg føroyameistarar 2018.





Kvinnurnar Hydra og genturnar Lyra vunnu eisini
steypakappingina í mars, og tær kunnu nú kalla seg greipuvinnarar. 

Umframt at vinna FM, vinnu kvinnurnar Hydra eisini luttøku til
HM, sum verður í Budapest 8.-10. juni. Ljósið ynskir Hydra góða eydnu til HM í
juni.





Fimleikafelagið Ljósið ynskir øllum tillukku við úrslitunum
í dag og takka fyri ómetaliga góðar framførslur og ikki minst eina sera góða FM
kapping.





Fimleikafelagið Ljósið






Úrslit FM kapping 2018:







Pinkur

Nr. 1 HF Mira 28,60

Nr. 2 Støkk Svalan 27,90

Nr. 3 Ljósið Libra 23,45

Nr. 4 HF Maia 22,20

Nr. 5 HF Milja 20,45

Smágentur

Nr. 1 Ljósið Vela 30,35

Nr. 2 HF Fenja 30,10

Nr. 3 Støkk Viólin 29,70

Nr. 4 HF Bjalla 27,50

Nr. 5 Støkk Sóljan 23,30

Gentur

Nr. 1 Ljósið Lyra 31,40

Nr. 2 HF Nita 30,10

Nr. 3 Støkk Flykran 29,00

Nr. 4 HF Freia 28,85





Unglingar

Nr. 1 HF Eina 29,40

Nr. 2 Støkk Vípan 29,25

Nr. 3 HF Nora 27,65





Kvinnur

Nr. 1 Ljósið Hydra 30,58

Nr. 2 HF Hulda 28,55