Ein góður og tankavekjandi fyrilestur við Aksel Haraldsen

Mikukvøldið 21. januar kl. 19.30 vórðu úrvalsíðkarar innan estetiskt og amboð (12 ár og eldri) og foreldur teirra boðin til ein fyrilestur við Aksel Haraldsen í auluni í skúlanum við Løgmannabreyt. Evnið var "Vit eru vinnarar", og Aksel tosaði eitt nú um, hvat tað vil siga at vera ein vinnari og hvussu man vinnur sum eitt lið. Eisini gav hann góð ráð til foreldrini, hvussu tey kunnu stuðla heimanífrá. Aftaná fyrilesturin høvdu foreldur, íðkarar, venjarar og samskiparar møguleika at seta Aksel spurningar og at práta saman um eitt nú venjing, atburð undir venjing, kapping og annað.

Sí myndir frá fyrilestrinum niðanfyri :-)