FM kappingar í amboðsfimleiki í Fimi 12.-13. mai 2018




Leygardagin og sunnudagin 12.-13. mai vera FM kappingarnar 2018 í Fimi í Havn. 



 



Á kvinnusíðuni kappast stig 4-7, FIG gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Á
mannfólksíðuni kappast, smádreingir, dreingir, mansunglingar og menn.



 



Kappast verður í øllum amboðum, 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 amboð á mannfólkasíðuni.



 



Leygardagin 12. mai er all-around FM kappingar, har FM vinnari all-around
verður funnin, har øll stigini verða tald saman í hvørjum amboði.



Seks tey bestu, í hvørjum amboði, koma víðari til FM finalurnar í einstøkum
amboðum, sum verða sunnudagin 13. mai.



 



Um seks ella færri íðkarar eru til eitt amboð, verður FM í einstøkum
amboðum samstundis sum all-around kappingarnar leygardagin.



 



Skráin leygardagin 12. mai:



Kl. 08.00 – 08.50: Upphiting fyri FIG gentur,
kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn



Kl. 09.00 – 12.00: FM kapping fyri eldru bólkarnar





Kl. 12.30 – 13.20: Upphiting fyri stig, 4-7,
smádreingir og dreingir



Kl. 13.30 – : FM kapping fyri stig, 4-7,
smádreingir og dreingir



 



Skráin sunnudagin 13. mai:



Kl. 12.00 – 12.50: Upphiting fyri stig, 4-7,
smádreingir og dreingir



Kl. 13.00 – 15.30: Amboðsfinalur fyri stig, 4-7,
smádreingir og dreingir



 



Fimleikafelagið Ljósið ynskir øllum íðkarum góða
eydnu til FM kappingarnar.