Hugnalig løta við venjarum, hjálparvenjarum og samskiparum 16/12

Umleið 20 venjarar, hjálparvenjarar og samskiparar hugdu forbíð til hugnaløtuna í vestara køkinum í Fimi, sum nevndin í gjár skipaði fyri. Vit fingu góðan mat, prátaðu um leyst og fast og tóku tað 'stille og roligt'. Øll fingu jólakort frá nevndini, sum eisini er eitt gávukort til nýggja Ljósið-búnan. Í hesi vikuni fara vit at senda jólakortið til tey, sum ikki komu til jólahugnan, so hesi eisini kunnu fara í Sportigan og fáa búnan útflýggjaðan. 

Vit ynskja øllum venjarum, hjálparvenjarum og samskiparum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. 

Vit gleða okkum til 2015! :-)