Liðkapping í amboðsfimleiki 2019


Leygardagin 16. novembur var liðkapping í
amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík.



 



Tey, ið kappaðust vóru piltar, smádreingir, dreingir,
mansungligar á mannfólkasíðuni. Á kvinnusíðuni kappaðust U11 gentur og U14
gentur.



 



Ljósið luttók í kappingum hjá piltum, smádreingjum,
dreingjum, U11 og U14 gentum.



 



Tá liðugt var, hevði Ljósið tríggjar FM vinnarar fyri
lið, sum vóru piltar, dreingir og U11 gentur.



Hjá piltum og dreingjum vóru ikki onnur lið enn
Ljósið, og U11 genturnar megnaðu at vera frammanfyri Støkk og harvið gerast FM
vinnarar fyri U11 gentur.



 



Smádreingirnir endaðu á einum 3. plássi, meðan U14
genturnar endaðu á einum 6. plássi.



Hjá smádreingjum, mansunglinum og U14 vann Støkk.



 



Ljósið ynskir øllum íðkarum og
venjarum til lukku við úrslitunum.