
3 føroyameistarar í estetiskum fimleiki 2018
Eftir finaluna í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í dag varð greitt, at trý lið úr Ljósinum kundu kallað seg føroyameistarar í estetiskum fimleiki 2018.
Kvinnur Hydra, gentur Lyra og smágentur Vela er føroyameistarar í estetiskum fimleiki 2018. Pinkur Libra kláraðu seg avbera væl eisini og endaðu á einum flottum 3. plássi.
Eftir FM undankappingina, sum var leygardagin 19. mai, vóru Hydra, Lyra og Vela á 1. plássi, meðan Libra var á einum 3. plássi. Kappingin var sera jøvn í øllum bólkum, og hørð kapping var um plássini, Spenningurin var í hásæti til finaluna í dag, tað vóru bert smáting, sum gjørdu munin millum fleiri av liðunum.
Liðini í Ljósinum megnaðu tó at halda plássini frá undankappingini, har trý av liðunum nú kunnu kalla seg føroyameistarar 2018.
Kvinnurnar Hydra og genturnar Lyra vunnu eisini steypakappingina í mars, og tær kunnu nú kalla seg greipuvinnarar.
Umframt at vinna FM, vinnu kvinnurnar Hydra eisini luttøku til HM, sum verður í Budapest 8.-10. juni. Ljósið ynskir Hydra góða eydnu til HM í juni.
Fimleikafelagið Ljósið ynskir øllum tillukku við úrslitunum í dag og takka fyri ómetaliga góðar framførslur og ikki minst eina sera góða FM kapping.
Fimleikafelagið Ljósið
Úrslit FM kapping 2018:
Pinkur
Nr. 1 HF Mira 28,60
Nr. 2 Støkk Svalan 27,90
Nr. 3 Ljósið Libra 23,45
Nr. 4 HF Maia 22,20
Nr. 5 HF Milja 20,45
Smágentur
Nr. 1 Ljósið Vela 30,35
Nr. 2 HF Fenja 30,10
Nr. 3 Støkk Viólin 29,70
Nr. 4 HF Bjalla 27,50
Nr. 5 Støkk Sóljan 23,30
Gentur
Nr. 1 Ljósið Lyra 31,40
Nr. 2 HF Nita 30,10
Nr. 3 Støkk Flykran 29,00
Nr. 4 HF Freia 28,85
Unglingar
Nr. 1 HF Eina 29,40
Nr. 2 Støkk Vípan 29,25
Nr. 3 HF Nora 27,65
Kvinnur
Nr. 1 Ljósið Hydra 30,58
Nr. 2 HF Hulda 28,55