«2019»Í dag«Okt»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Áhugaverdur fyrilestur fyri úrvalsíðkarar og foreldrum teirra

Mikudagin 21. Januar kl. 19.30 verður fundur og fyrilestur fyri allar úrvalsíðkarar sum eru 12 ár og eldri og foreldrum teirra í Skúlanum við Løgmannabreyt. Evnið er ’Vit eru vinnarar’, og tekur fatur í, hvat tað vil siga at vera ein vinnari, og hvussu man vinnur sum eitt lið. Eisini verða góð ráð til foreldur, hvussu tey kunnu stuðla heiman.

Vit fara at tosa um atburð til venjing, og hvussu vit eru góð við hvønn annan, nú vit eru saman so nógvar tímar um vikuna. Fyrilesturin er fyri úrvalsíðkarar innan estetiskt og amboð og foreldur teirra. 

Aldursmarkið hjá íðkarunum er 12 ár, og fundurin er tískil fyri tey, sum eru 12 ár og eldri. 


Vinaliga vegna Fimleikafelagið Ljósið, 

Samskipararnir innan estetiskt og amboð