«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Gentur í úrval amboð í Keflavík (Ísland), apríl 2015

Genturnar í úrval amboð vóru eina viku í Keflavík Íslandi í apríl mánaða 2015, har tær eitt nú vandu saman við íslendskum amboðsíðkarum í fimleikafelagnum Keflavík og fingu møguleika at venja eitt sindur saman við fyrrverandi høvuðsvenjara okkara, Nik, sum nú undirvísir har. Eisini sloppu tær at hyggja eftir einari fimleikakapping, ið fór fram, meðan tær vóru har. Sum myndirnar vísa, vóru eisini stundir til eitt sindur av stuttleika og til at taka sær av løttum :-)

Genturnar siga soleiðis um túrin: 

"Túrurin var fantastiskur. Tað var gott fyri okkum at síggja aðrar gentur gera tey torføru tingini, sum vit arbeiða upp ímóti. Høllin var eisini góð og venjararnir dugnaligir. Og vit lærdu mega nógv".