«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Hugnalig og rørandi fráfaringarløta fyri Nik

Leygardagin 13/12 var stutt fráfaringarløta fyri Nik. Hetta var eisini seinasta venjingin hjá úrvalsliðunum í amboð við Nik sum høvuðsvenjara. Annika W. Joensen, nevndarlimur, heilsaði Nik og las úr tilmælinum frá nevndini, har m.a. stendur, at vit kenna Nik sum ein dugnaligan, friðarligan og empatiskan venjara, sum fimleikarar dáma væl og eru trygg við. Eisini foreldrini hava dámt Nik væl og fleiri hava nevnt, hvussu gott tað er, at hann ikki skeldar og at børnini ongantíð ivast í hansara seriøsiteti sum venjara. 

Frá nevndini og leiðslutoyminum fyri amboðsúrvalsfimleikin fekk Nik eitt stórt fotografi av sær saman við øllum íðkarunum á úrvalsliðunum. Myndamaður okkara, Óli Garðshorn, hevur tikið myndina. Nik bleiv sera glaður fyri og eisini rørdur um myndina, sum hann fer at hanga upp heima hjá sær sjálvum í Keflavík. Frá íðkarunum fekk hann eina vakra Guðrun & Guðrun troyggju, sum hann eisini bleiv ógvuliga glaður fyri. 

Hann takkaði fyri og segði børnunum, at hóast hann nú fer, hevur hann tey við sær og fer at fylgja við, hvussu tað gongst teimum. Tey kunnu skriva til hansara t.d. á Facebook og spyrja um ráð um okkurt lop ella serliga venjing. Hann bað tey eisini vera takksom um alt tað, sum teirra foreldur gera fyri, at tey kunnu ganga til fimleik og at vísa takksemi við at vera íðin at venja. Hann ynskti teimum góða eydnu til kappingarnar í februar, har hann er ivaleysur í, at Ljósið fær bæði gull-, silvur- og bronsuheiðursmerkir. 

At enda bað hann allar fimleikararnar reisa seg og trampa tríggjar ferðir, klappa tríggjar og rópa "Ljósið" so hart, tey orkaðu. Og tað gjørdu tey :-) Síðani helt venjingin fram.