«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Nik leitar sær aftur til Íslands

Høvuðsvenjari okkara innan amboðsfimleikin - Ardalan Niksima, vanliga nevndur Nik - hevur sagt seg úr starvi og fer aftur til Íslands at vera venjari. Hann fer av landinum 15. desembur, men kemur aftur 9.-16. januar 2015 at hava venjingar og fyrireika úrvalsfimleikararnar til einstaklingakappingarnar í februar 2015.

Torfør avgerð

Nik sigur, at avgerðin hevur verið ógvuliga torfør, tí honum hevur dámað væl í Føroyum og hevur kent seg ógvuliga væl móttiknan av bæði fimleikarum, foreldrum og øðrum venjarum og hjálparvenjarum í Ljósinum. "Tað er ringt at fara frá børnunum og missa møguleikan at síggja tey mennast. Eg kenni tey so væl og fari at sakni tey - tað er vist", sigur Nik.

Nik fer aftur í starv sum høvuðsvenjari hjá fimleikarfelagnum í Keflavík. Hann fer eisini aftur til 5 ára gamla sonin, sum hann hevur saknað nógv hesa tíðina í Føroyum.

Vit í nevndini harmast um at missa Nik - serliga vegna børnini og tey ungu, sum óivað verða kedd og kanska eisini eitt sindur ótrygg. Vit vilja gera okkara besta fyri at handfara støðuna og stuðla, so tíðin uttan høvuðsvenjara verður so góð sum gjørligt.

Komandi tíðin

Breiddarliðini og fyrireikingarliðini í Ljósinum verða ikki ávirkað av, at Nik fer avstað, og til úrvalsliðini er fyribils loysn funnin við einum leiðslutoymi afturat hjálparvenjarunum, sum hava lagt venjingina til rættis fram til miðjan januar. Arbeitt verður við at fáa nýggjan høvuðsvenjara, og fleiri møguleikar eru opnir, sum kunnað verður um, so skjótt vit vita meira.

Blíðan byr

Vit ynskja Nik bestu eydnu í starvinum og takka fyri tíðina og tað arbeiðið, Nik hevur lagt í at menna okkara amboðsfimleikarar, venjarar og felag. Vit vænta at varðveita sambandið og at síggja meiri til Nik, hóast hann fer úr starvi hjá Ljósinum.

Nevndin, 4/12-2014