«2019»Í dag«Okt»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

RØRSLA OG HUGNI - nýtt tiltak í Ljósinum

Nýtt tiltak í Fimleikafelagnum Ljósinum!

Breiddarbólkurin fer nú í holt við eitt nýtt tiltak, sum vit fara at kalla RØRSLA OG HUGNI. Á skránni er upphiting, ymiskir banar og spøl. Tiltakið er fyri foreldur og børn (onki aldursmark). 

Vit fara at hjálpast at við at taka okkurt lætt við til matna og at drekka, so sum kaffi, te, saft og frukt, sum vit enda venjingina við. Tiltakið verður hvønn sunnumorgun kl. 9.00-11.00 í fimleikahøllini í Sankta Frans skúla. 

Tiltakið kostar onki, og vit byrja komandi sunnudag 11. januar kl. 9.00 og halda fram til 31. mai. 

Komið og hugnið tykkum saman við børnum tykkara og okkum. Vit gleða okkum!

Øll eru hjartaliga vælkomin :-)


Vinaliga, breiddarbólkurin Arnóra og Beinta