Amboðsliðið fyri 4. flokk og eldri er til børn, sum tíma væl at íðka amboðsfimleik.
Tað er venjing í FIMI 2 ferð um vikuna 1½ tíma. Liðið virkar samstundis sum fyrireikingarlið til kappingarlið í amboð, til tey sum hava hug til tað.
Venjingin er avbjóðandi, spennandi og stuttlig. Venjingin hjá dreingjum er grundvenjingar í amboð, við atlit til at klára tey 6 amboðini dreingir kappast í, sum eru lop, gólv, beinsveiggj, paralell barr, ringar og reck.
Umframt venjingar, so er framsýning, góðkenningardagar og kappingar til tey, sum ynskja at luttaka í tí. Tað er eitt stórt arbeiði at fáa tað alt at hanga saman, so tað verður væntað av foreldrum, at tey hjálpa til, tá heitt verður á tey.