Ghj_55128620%20%281%29

Fyrireikingarlið amboð 1.-6. flokkur, dreingir

Um liðið

Fyrireikingarlið í amboð er eitt lið, har tað verður lagdur dentur á at læra at íðka amboðsfimleik. Ætlanin er, at íðkarir á fyrireikingarliðnum einaferð koma á kappingarliðið, men tað er ikki øll sum noyðast tað. Fyrireikingarliðið venur í 1 og 1,5 tíma 2 ferð um vikuna. Tað kann verða krevjandi av íðkaranum, og tað er týðningarmikið við stuðli heimanifrá og góðum vanum. Tað verður lagdur dentur á gott samanhald og trivna á liðinum. Tað ger venjingina betri, um íðkaranir kennast væl og hava tað gott saman.


Dreingir venja 6 amboð. Tað er  lop, gólv, beinsveiggj, paralell barr, ringar og reck. Meira kann lesast um reglugerðina her. Fyri at kunna klára amboðini, so verður eisini vant nógv styrki og liðiligheit.


Liðið venur hósdagar kl. 18-19 og sunnudagar kl 13:30-15.

Venjing og tiltøk
Der er ikke oprettet aktiviteter i kalenderen