Á amboð dreingir 2.-4. flokkur venja vit grundleggjandi motoriskar førleikar, sum børn helst skulu kunna í hesum aldrinum. Eisini er mál okkara, at dreingirnir læra at fáa eina góða og sunna kropsfatan. Stórur dentur er lagdur á styrki, fyri at teir kunnu útføra tey grundleggjandi elementini í amboðsfimleiki sum tildømis hondstøðu, bólta rút framm og aftur, hanga í ringum, myllu og mangt annað. Alt hetta verður gjørt, meðan vit hugna okkum og hava tað stuttligt saman.
Liðið er ætlað dreingjum, ið eru føddir í 2016-2018.
Vit venja í Fimi mánadag kl. 17.30-18.30.