Foreldur og børn 4-5 ár

Um liðið

Vælkomin til foreldur og børn 4-5 ár. Hetta liðið er ætlað børnum, sum vilja gera fimleik og hava tað stuttligt saman við foreldrum teirra. Hvørja venjing byrja vit við at syngja nakrar sangir og hita kroppin hjá børnunum upp. Vit gera ymiskar rørslur, spæla spøl og byggja ein bana, har vit stimbra allar vøddar í kroppinum hjá barninum. Vit gleða okkum til at síggja tykkum!


Liðið er ætlað børnum, ið eru fødd í 2020-2021.

Vit venja í høllini í Sankta Frans skúla týsdag kl. 17.15.

Kunning
Fimleikur
800,00 kr.

Venjingar og tiltøk

Tað eru í løtuni eingi komandi tiltøk

Venjarar

Profile Image
Súsanna Dal Jákupsdóttir
Kristina Arge Simonsen