Ghj_55128620%20%281%29

Kappingarlið amboð, gentur (stig 3-4)

Um liðið

Kappingarlið í amboð er eitt úttøkulið. Hesir íðkarir kappast á stig 3 til 4. Íðkarar á hesum liði eru fluttir stig upp til góðkenning gjøgnum seinastu árini. Vanliga hava teir íðkað amboðsfimleik í fleiri ár.


Hetta kappingarliðið venur í FIMI 4 ferð um vikuna. Tað er sera krevjandi av íðkaranum. Tað er týðningarmikið við stuðli heimanifrá og góðum vanum. Tað verður lagdur dentur á gott samanhald og trivna á liðnum. Tað styrkir um samanhaldið og ger venjingina betur, um íðkarinir kennast væl og hava tað gott saman. 


Gentur venja 4 amboð. Tað er lop, gólv, biti og barr. Meira kann lesast um reglugerðina her. Fyri at kunna klára amboðini, so verður eisini vant styrki, liðiligheit og dans. 


Umframt venjingar, so eru venjingarlegur, hugnakvøld, góðkenningardagar og kappingar. Tað er eitt stórt arbeiði at fáa tað alt at hanga saman, so tað verður væntað av foreldrum, at tey hjálpa til, tá heitt verður á tey. 

Tiltøk og kappingar
21
Oct
Góðkenningardagur
Fyrireikingarlið amboð, dreingir, 1.-6. flokkur, Fyrireikingarlið amboð, gentur, 1.-3. flokkur, Fyrireikingarlið amboð, gentur, 4.-6. flokkur, Kappingarlið amboð, gentur (stig 3-4) og Kappingarlið amboð, gentur (stig 1-2)
Hele dagen
FIMI
18
Nov
Lið/All Round kapping í amboð
Kappingarlið amboð (piltar og smádreingir), Kappingarlið amboð, gentur (stig 3-4) og Kappingarlið amboð, gentur (stig 5-7)
Hele dagen
Bylgjan
23
Nov
Fimleikafagnaður 2023
Fimleikafelagið Ljósið
23. nov - 26. nov
Norðurlandahúsið, Tórshavn
20
Jan
Góðkenningardagur
Kappingarlið amboð, gentur (stig 3-4), Kappingarlið amboð, gentur (stig 1-2), Fyrireikingarlið amboð, dreingir, 1.-6. flokkur, Fyrireikingarlið amboð, gentur, 1.-3. flokkur og Fyrireikingarlið amboð, gentur, 4.-6. flokkur
Hele dagen
FIMI
03
Feb
Steypakapping í Amboð
Kappingarlið amboð (piltar og smádreingir), Kappingarlið amboð, gentur (stig 5-7) og Kappingarlið amboð, gentur (stig 3-4)
3. feb - 4. feb 2024
FIMI