Klubnyheder

Holdsport

4. august 2021, 23.17

Ljósið fer kappingarárið 2021/2022 at brúka eina skipan, sum kallast Holdsport. Hendan skipanin er ment til at hjálpa ítróttarfeløgum at umsita lið og venjingar. 

Se kildebilledet


Tankin er at allir limir eru á Holdsport. Skipanin finst eisini sum ein app, sum ger tað lætt at hava við at gera. 

Tað eru nógvir fyrimunir við einari tílíkari skipan. 


*Um ein venjari avlýsir eina venjing, so fáa allir limir teldupost ella push-boð, um man hevur appina.

*Ein íðkari kann geva boð at hann ikki kemur til venjing við limasíðuna ella appina, hetta er serliga týðningarmikið á kappingarliðunum.

*Boð kunna sendast til venjarin ella til hinir íðkarinir 

*Lætt at geva boð um eyka tiltøk, t.d. jólahald ella limadagar


Hvørt lið fær eina "síðu" í appini, har til ber at leggja myndir út, sum bert liðið sær. 


Vit vóna at sleppa heilt undan at gera facebook-bólkar


Appin kann takast niður her:


App_storeGoogle_play