Klubnyheder

Venjingarlega fyri amboðsíðkarinar

15. januar 2022, 01.08

Leingi er tað sum væl skal verða, eg havi leingi ætlað at ætlað at skrivað eina lítla frágreiðing um okkara fantastisku venjingarlegu.

Í heystfrítíðini 2021 vóru eldru kappingaríðkarinir hjá okkum í venjingarlegu í Íslandi. Tað var ein hendingarík vika.

Venjingarlegan var í Gerpluni, ein fimleikahøll í Kópavági. Vit høvdu okkara venjarar við, samstundis, sum høvdu avtala við Alek, sum fyrr hevur verið venjari í Føroyum at hjálpa til og leggja lag á. Altíð gott við nýggjum eygum.

Vit vandu 2-3 ferð um dagin. Um til 7 tímar onkran dagin. Allir íðkarinir tóku seg nógv fram.

Vit høvdu eisini tíð til at taka okkum av løttum, fleiri túrar í svimjihøllina, ein túr í trampolinhøll og annað.

Ein sera væleyðna venjingarlega, sum vit vónandi kunna endurtaka aftur skjótt.