Firvaldarnir

Um liðið

Um liðið

Í Havn hevur krabbameinsfelagið eitt rørslulið, saman við Fimleikafelaganum Ljósinum, ið nevnist Firvaldar.

 

Rørslutilboðini er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

 

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí er tilboðið skipa soleiðis, at  familjan hevur møguleika at vera við og har tey kunnu vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.


Liðið venur í fimleikahøllini í FIMI hósdagar 14.30-15.30


Meira kunning og tilmelding er gjøgnum krabbameinsfelagið.

Venjarar

Augusta Mikkelsen
Profile Image
Súsanna Dal Jákupsdóttir