Kappingarlið amboð (dreingir, mansunglingar og menn)

Um liðið

Um liðið

Kappingarlið í amboð er eitt úttøkulið. Íðkarir á hesum liðnum hava gjørt fimleik í fleiri ár og verið á yngri kappingarliðum áðrenn. 


Dreingir eru føddir 2007-2008.

Mansunglingar eru føddir 2005-2006.

Menn eru føddir í 2004 ella fyrr.


Hetta kappingarliðið venur í FIMI fleiri ferð um vikuna. Tað er sera krevjandi av íðkaranum. Tað er týðningarmikið við stuðli heimanifrá og góðum vanum. Tað verður lagdur dentur á gott samanhald og trivna á liðnum. Tað styrkir um samanhaldið og ger venjingina betri, um íðkaranir kennast væl og hava tað gott saman.


Dreingir venja 6 amboð. Tað er  lop, gólv, beinsveiggj, paralell barr, ringar og reck. Meira kann lesast um reglugerðina her. Fyri at kunna klára amboðini, so verður eisini vant nógv styrki og liðiligheit.


Umframt venjingar, so eru venjingarlegur, hugnakvøld og kappingar. Tað er eitt stórt arbeiði at fáa tað alt at hanga saman, so tað verður væntað av foreldrum, at tey hjálpa til, tá heitt verður á tey. 

Venjingar, tiltøk og kappingar

Der er i øjeblikket ingen fremtidige aktiviteter

Venjarar

Luciana Ellendersen
Profile Image
Lív Tórgarð
00298295126
Natasha Barbara Tórgarð
Tordis Tróndarson