Ghj_55128620%20%281%29

Kappingarlið amboð (piltar og smádreingir)

Um liðið

Kappingarlið í amboð er eitt úttøkulið. Tað merkir, at íðkarin skal møta upp til úttøku í byrjanini av fimleikaárinum. Teir íðkarar, sum ikki eru klárir at koma á kappingarlið, fáa tilboð um at fara á fyrireikingarlið.


Piltar eru føddir 2011 ella seinni.

Smádreingir eru føddir 2009-2010.


Hetta kappingarliðið venur í FIMI 4 ferð um vikuna. Tað er sera krevjandi av íðkaranum. Tað er týðningarmikið við stuðli heimanifrá og góðum vanum. Tað verður lagdur dentur á gott samanhald og trivna á liðnum. Tað styrkir um samanhaldið og ger venjingina betur, um íðkaranir kennast væl og hava tað gott saman.


Dreingir venja 6 amboð. Tað er  lop, gólv, beinsveiggj, paralell barr, ringar og reck. Meira kann lesast um reglugerðina her. Fyri at kunna klára amboðini, so verður eisini vant nógv styrki og liðiligheit.


Umframt venjingar, so eru venjingarlegur, hugnakvøld og kappingar. Tað er eitt stórt arbeiði at fáa tað alt at hanga saman, so tað verður væntað av foreldrum, at tey hjálpa til, tá heitt verður á tey. 

Tiltøk og kappingar
18
Nov
Lið/All Round kapping í amboð
Kappingarlið amboð (piltar og smádreingir), Kappingarlið amboð, gentur (stig 3-4) og Kappingarlið amboð, gentur (stig 5-7)
Hele dagen
Bylgjan
23
Nov
Fimleikafagnaður 2023
Fimleikafelagið Ljósið
23. nov - 26. nov
Norðurlandahúsið, Tórshavn
03
Feb
Steypakapping í Amboð
Kappingarlið amboð (piltar og smádreingir), Kappingarlið amboð, gentur (stig 5-7) og Kappingarlið amboð, gentur (stig 3-4)
3. feb - 4. feb 2024
FIMI
02
Mar
Góðkenningardagur
Kappingarlið amboð, gentur (stig 3-4), Kappingarlið amboð, gentur (stig 1-2), Fyrireikingarlið amboð, dreingir, 1.-6. flokkur, Fyrireikingarlið amboð, gentur, 1.-3. flokkur, Fyrireikingarlið amboð, gentur, 4.-6. flokkur og Kappingarlið amboð (piltar og smádreingir)
Hele dagen
Bylgjan
16
Mar
Framsýning
Fimleikafelagið Ljósið
Hele dagen